(Mynd: Landsverk)

Nýggjur hvalbiartunnil endaliga samtyktur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

24.04.2018 - 16:50

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Hvalbingar og onnur kunnu fegnast nú nýggjur hvalbiartunnil er samtyktur við triðju og seinastu viðgerð í løgtinginum í dag.

Sambært uppskotinum verða samanlagt 272 milliónir krónur játtaðar frá 2018 til 2022, harav 52 milliónir í 2019, tá verulig gongd eftir ætlan kemur á arbeiðið.

30 atkvøður vóru fyri, eingin ímóti og eingin blank.

Núverandi Hvalbiartunnil varð liðugur í 1963 og er elsti tunnil í Føroyum. Nakrar dagføringar eru gjørdar, men tunnilin er lágur og einbreytaður. Farleiðin liggur høgt, vegurin er smalur og nóg so brattur. Hvalbiartunnilin lýkur ikki dagsins krøv til trygd, dygd og ferðslu.

Tunnilin verður umleið 2,5 kilometrar langur og verður gjørdur frá Gjánhamri í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba.