Jarðskjálvtin fyri tveimum vikum síðani framdi stóran skaða kring alt landið. Mynd: EPA.

Enn ein harður jarðskjálvti rakt Nepal

Hallur av Rana

12.05.2015 - 09:31

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Enn ein harður jarðskjálvti hevur rakt Nepal í morgun. Tað skrivar Reuters tíðindastovan, ið endurgevur amerikanska stovnin USGS, ið mátar jarðskjálvtar kring heimin. Jarðskjálvtin máldi 7,4 á Richter-skalanum.

Kjarnan í jarðskjálvtanum var nærhendis Mount Everest, men hevur skapt ótta kring alt landið. Í høvuðsstaðnum Kathmandu runnu fólk út á gøturnar, meðan tey royndu at ringja til teirra kæru. Eisini í Norðurindia og New Dehli merktu tey jarðskjálvtan.

- Hetta er ein ógvusligur ein, sigur Prakash Shilpakar, ið er ein handilsmaður í Kathmandu, við Reuters.

Talan er um tann næsta harða jarðskjálvtan í Nepal innan nakrar fáar vikur. Uppruddingar- og bjargingararbeiðið er enn í gongd frá fyrru jarðskjálvtanum, ið rakti landið 25. apríl. Náttúruvanlukkan kravdi tá umleið 8.000 mannalív og gjørdi umfatandi skaða á stóran part av landinum. Tann jarðskjálvtin varð máldur at vera 7,8 á Richter-skalanum.