(Mynd: EPA)

Nýggjur maður í gulu troyggjuni

Ingi Samuelsen

14.07.2017 - 07:27

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Tað tyktist sum um Chris Froome hevði tamarhald á støðuni, tá teir førandi súkklararnir í súkklukappingini Tour de France í gjár súkklaðu saman niðan móti málinum í ógvuligu harða Pýrineateininum til Peyragudes í gjár.

Teir fylgdust heilt niðan til tað bert vóru nakrir fáir hundrað metrar eftir til málstrikuna. Tá leyp italiumaðurin á øðrum plássi endiliga á. Og tann seinasta brekkan var so brøtt, at Chris Froome megnaði ikki at fylgja við.

Fransmaðurin Romain Bardet var fyrstur á mál, tvey sekund framman fyri Rigoberto Uran og Fabio Aru, men Chris Froome misti so mikið nógv sekund tá hann kom inn sum nummar 7, at hann misti gulu leiðslutroyggjuna til Fabio Aru.

Í samlaðu støðuni er Aru nú seks sekund framman fyri Froome, 25 framman fyri Bardet og 55 framman fyri Uran.

So spenningurin er stórur undan kappingini í dag, tá tað aftur verður súkklað í Pýrineafjøllum, hesaferð verður teinurin ikki so langur – einans 100 kilometrar, men væntandi eins harður sum í gjár.

Hetta er fyrstu ferð Chris Froome hevur mist gulu leiðslutroyggjuna til ein annan súkklara undir Tour de France. Hann hevur vunnið túrin tríggjar ferðir, í 2016, 2015 og 2013, og hvørja ferð, hevur hann varðveitt leiðsluna allan vegin til Paris, tá hann fyrst er komin í gulu troyggjuna.

Eygleiðarar rokna eisini við, at tað verður tungt hjá Fabio Aru, ið ikki hevur eitt eins sterkt lið aftan fyri seg, og Froome, at varðveita troyggjuna í nógvar dagar.

Skerdur Fuglsang
Dagurin í gjár gjørdist nevniliga ein lagnudagur hjá liðfelaga hansara, danska Jakob Fuglsang. Fallið hjá dananum fyrradagin, tá hann brákaði armin í tveimum støðum, hevði so mikið nógva pínu við sær, at danin ikki megnaði at fylgja við í gjár.

Hann misti sambandið við leiðslubólkin á veg niðan næstseinastu longu brekkuna, og Fuglsang kom á mál 28 minuttir eftir vinnaran í gjár. Jakob Fuglsang, sum lá á fimta plássi áðrenn kappingina í gjár, liggur nú á 23. plássi 29 minuttir og 3 sekund eftir Fabio Aru.