Nýggjur minstiprísur verður ásettur í morgin

Ingi Samuelsen

05.09.2016 - 17:34

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Ein minstiprísur upp á 30 oyru fyri kilo er ov nógv. Tað er niðurstøðan eftir at einki boð kom upp á tey 5.000 tonsini av svartkjafti, ið vórðu lýst leys at fiska í morgun.

Fiskimálaráðið boðar frá, at uppboðssølan verður uppafturtikin í morgin.

Men ikki fyrr enn beint undan søluni, verður boðað frá, hvør minstiprísurin verður. Tað segði Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpi Føroya fyri løtu síðani.

Høgni Hoydal segði, at tað ikki kom óvæntað á hann, at ongin áhugaður keypari var. Hann hevði kanska roknað við, at hetta fór at henda fyrr.

Reiðararnir halda, at prísurin á 30 oyru er ov høgur. Serliga sammett við tilfeingisgjaldið, sum hevur verið 20 oyru kilo, og kundi takast av óbýttum.

Hanus Hansen segði við útvarpið fyri løtu síðani, at ein minstiprísur á undir 20 oyru, kanska nærmari 10 oyru hevði verið meira hóskandi.

Les eisini: Ongin áhugi fyri svartkjaftinum