Nýggjur oljurisi bora tveir brunnar skamt frá føroyska markinum í 2018



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

06.12.2017 - 19:43

Oljan >

Nýggja oljufelagið, Siccar Point, sum herfyri keypti allar ognirnar hjá eysturríkska oljufelagnum OMV eystan og sunnan fyri føroyska markið, traðkar nú av álvara á speedaran og setir upp ferðina á leitingini á Atlantsmótinum (Atlantic Margin) tvs. í økinum millum Hetland og Føroyar. Í gjár ruddaði felagið flest allar forsíður á altjóða oljumiðlum við tíðindunum um, at Siccar Point næsta ár fer at bora tveir brunnar vestan fyri Hetland ella neyvari, heilt tætt við føroyska markið.

Herfyri varð gjørd avtala við veitara um at fara undir at útbyggja oljukelduna Cambo, og í hesum sambandi er gjørd avtala við borifelagið North Atlantic Drilling, at leiga boripallin West Hercules at bora ein avmarkingar- og metingarbrunn á Cambo kelduni frá umleið 1. apríl næsta ár. Nú boðar Siccar Point so frá, at tað hevur víðkað um avtaluna við borifelagið og ætlar sær eisini at bora ein leitibrunn á Lyon leitimiðinum, sum liggur nakað norðari og eisini ikki so langt frá føroyska markinum.

Felagið hevði annars ætlanir um at bora henda brunnin í 2019, men hevur so avgjørt at framskunda hann, nú felagið hevur ein boripall tøkan til at bora í grannalagnum á vári 2018. Hetta eru veruliga stór og góð tíðindi fyri tey, sum halda, at oljuframtíðin er m.a. at finna í økinum millum Hetland og Føroyar. Við at taka avgerð um at útbyggja Cambo til framleiðslu og nú eisini at seta hol á eina nýggja gassleið longur norðuri á Atlantsmótinum, hevur Siccar Point víst, at tað raðfestir hetta økið framum t.d. leiting og framleiðslu í Norðsjónum. Og uppaftur betri gerast tíðindini um, at enn eitt nýbrot á Atlantsmótinum, nevniliga felagið Ineos, sum herfyri keypti ognirnar hjá danska Dong, nú eisini sigur seg vilja raðfesta leiting og framleiðslu á Atlantsmótinum tvs. eystan fyri føroyska markið. Ineos hevur júst keypt part av gassloyvunum hjá Siccar Point í økinum og harvið verður váðin deildur. Frammanundan átti Siccar Point einsamalt gassloyvini í hesum økinum. Nú eru tvey stór og nýggj oljufeløg um at lyfta, og er tað kanska eisini nettupp ein av orsøkunum til, at fyristøðufelagið Siccar Point nú ger av at framskunda boring og útbyggingarætlanir.

Áhugavert er at bíta merki í, at vit her tosa um bæði olju- og gasskeldur. Cambo, sum er tann oljukeldan vestan fyri Hetland, ið liggur næst Føroyum, hevur leingi staðið á listanum yvir oljukeldur, sum møguliga fóru at verða útbygdar. Men har avgerðin er vorðin útsett fleiri ferðir. Nú tók so Siccar Point eina skjóta og endaliga avgerð rætt og slætt um at bora enn ein avmarkingarbrunn, sum so skal vera duraopnarin fyri eini útbygging. Hervið verður skapt nýtt undirstøðukervi í einum lutvíst nýggjum oljuøki. Fara vit longur norðureftir til Lyon gassleitimiðið, so finnast har longu fleiri smærri gasskeldur, Tobermory, Bunnhaven og Cragganmore, sum allar eru ætlaðar at verða knýttar í høvuðskelduna Lyon, ið er mett at goyma stórar nøgdir av gassi. Harvið fáa vit eitt spildurnýtt gassøki og tí eisini ein nýggjan infrastruktur. Økið verður longu nevnt Northern Gas Area og verður eitt slag av endurtøku av tí stóra syðra gassøkinum við gasskeldunum Laggan, Tormore, Edradour og Glenlivet.

Stjórin í Siccar Point verður endurgivin í flestu av oljumiðlunum í hesum døgum fyri at lovprísa nýggju olju- og gassøkini á Atlantsmótinum, sum teir og samstarvsfelagið Ineos nú eru farin at brúka allar sínar kreftir at menna. Jonathan Roger fegnast um, at tað hevur eydnast teimum at leingja avtaluna um leigu av West Hercules, so teir kunnu framskunda boringina av Lyon gassleitimiðinum við einum ári. Hann takkaði eisini bretsku oljumyndugleikunum fyri at hava gjørt eitt sera gott arbeiði í sambandi við projektið, har tað varð gjørt nógv lættari og skjótari at selja og keypa seg inn í loyvi. Um boringin á Lyon leitimiðinum verður væleydnað, so fer tað at skapa grundarlagið fyri einum nýggjum gasslandsluti í norðara partinum av Atlantsmótinum millum Hetland og Føroyar.