Mynd: Karstensens Skibsværft

Nýggjur ordri til Karstensens Skibsværft



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

10.07.2016 - 12:02

> Tíðindi > Danmark

Tað er reiðaríið Lingbank í Hanstolm, ið hevur undirskrivað sáttmála um ein nýbygning frá skipasmiðjuni í Skagen. 

Skipið, ið fær navnið Lingbank, verður umleið 50 metrar langt og góðar 13 metrar breitt. Nýggi Lingbank skal avloysa núverandi skipið við sama navnið.

Tað er skiparin Benny Rasmussen og familja hansara, sum dríva reiðaríið, sum varð stovnað í 1980. Hetta er fyrsti nýbygningur, sum felagið letur byggja. Núverandi Lingbank er bygdur í 1985. Benny Rasmussen keypti skipið í 2005.

Nýggi Lingbank skal fiska eitt nú sild, nebbasild og brisling, ið bæði skal til ídna og til matna.

Talan er um eitt nýtt snið av skipum, har effektivitetur, góðar arbeiðsumstøður og trygd er sett í hásætið.

Við nýggja Lingbank vónar skipasmiðjan í Skagen, at hetta er byrjanin til eina endurnýggjan av ídnaðarflotanum í Danmark.

Nýggi Lingbank skal latast reiðarínum í januar 2019.