(Savnsmynd: EPA)

Nýggjur samskiftisstjóri í Hvítu Húsunum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

13.09.2017 - 10:40

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

28 ára gamla Hope Hicks er nú útnevnd til samskiftisstjóra í Hvítu Húsunum í Washington.

Hicks hevur verið virkandi samskiftisstjóri síðan miðjan august, tá hon tók yvir eftir Anthony Scaramucci. Í gjár varð so kunngjørt, at hon er sett í embætið, skrivar NTB.

Hope Hicks hevur bakgrund innan kunningar-vinnuna og hevur eisini verið modell. Hon hevur tætt tilknýti til Trump-familjuna, og hevur fyrr virkað sum ráðgevi hjá dóttir forsetans, Ivanka Trump. Hon kom í politikk fyri fyrstu ferð undir valstríðnum hjá Trump, tá hon virkaði sum talskvinna.

Hicks er fjórði samskiftisstjórin í Hvítu Húsunum síðan Donald Trump tók við sum forseti fyri átta mánaðum síðani.

Undangongumaðurhennara, Scaramucci, sat í starvinum í tvær vikur, áðrenn hann fekk sekkin eftir at hava tosað niðursetandi um tveir av ráðgevum forsetans.

Samskiftisráðgevin í Hvítu Húsunum hevur ábyrgdina av at boðskapurin hjá umsiting forsetans kemur út. Samskiftisráðgevin er tó minni sjónligur í almennu myndini, enn miðlatalsfólk forsetans, sum í dag eitur Sarah Huckabee Sanders.