(Mynd: sjukrarokt.fo)

Semja funnin: Nýggjur sáttmáli verður undirskrivaður kl. 18

Ari av Rana

20.11.2017 - 17:18

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Heilsuverk (fyristingarligt)

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum eru blivin samd um nýggjan sáttmála. Hetta segði Terje Sigurðsson, semingsmaður, fyri Kringvarpinum fyri lítlari løtu síðani.

Nýggi sáttmálin millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum verður undirskrivaður kl. 18 á Tinganesi, segði Terje Sigurðsson.

At loysn endiliga er funnin á ósemjuna merkir, at verkfallið, sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevði boðað frá at verða frá kl. 7 í morgin, verður av ongum. Felagið hevði boðað frá, at allir sjúkrarøktarfrøðingar á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi, fóru í verkfall.

Terje Sigurðsson segði fyri Kringvarpinum, at semingsstovnurin hevur arbeitt við konkretum uppskotum hesa tíðina teir hava verið við í samráðingunum. Til endans gjørdi teir eitt semingsuppskot, sum teir mettu fór at verða góðtikin av báðum pørtum. Hetta eydnaðist so fyri løtu síðani.



beint nú