Ingolf S. Olsen frá Føroyskum Miðlafólkum og Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum (Mynd: industry.fo)

Nýggjur sáttmáli við miðlafólk



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

02.11.2015 - 11:54

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Fríggjadagin skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk undir nýggjan tvey ára sáttmála. Partarnir vóru samdir um eina lønarhækking á 1,98 prosent hin 1. november i ár og 2,25 prosent frá 1. november næsta ár.

Hetta er sama hækking sum í hinum semjunum, ið eru gjørdar millum fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum og Føroya Arbeiðsgevarafelag, skrivar heimasíðan hjá Vinnuhúsinum.

Partarnir undirskrivaðu eisini avtalu um fráboðanarfreist í sambandi við verkfall.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur nú gjørt avtalu um fráboðanarfreist, við øll fakfeløg felagið hevur sáttmála við.