Nýggjur táttur: Effo-leikarin

Høgni Midjord

12.07.2015 - 15:57

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Portalurin er nú farin í gongd við ein nýggjan tátt, ið verður at síggja hvørt vikuskiftið næstu tíðina. Her fara vit at hava fokus á ein einkultan leikara í Effo-deildini, har vit spyrja um persónlig viðurskiftið í fótbólti. Hetta, fyri at fólk fáa innlit í einkulta spælaran.

Fyrsti maðurin í "heita stólinum", er 20 ára gamli Hørður Askham. Dagliga spælir hann í miðverjuni í B36. Hann fekk sítt veruliga gjøgnumbrot í 2013, tá ið hann frá kappingarbyrjan yvirtók fast pláss í miðverjuni. Síðan tá, hevur hann havt fast pláss, og hevur vunni sær pláss á U-21 landsliðnum, skorað mál ímóti Týsklandi, og vunni føroyameistaraheitið við B36.

Vit spyrja Hørð nakrar spurningar:

Hvussu fyrireikar tú teg til dyst? 
Byrji at fyrireika meg mentalt aftaná síðstu venjingina áðrenn dystin, og so fari eg tíðliga í song áðrenn dystin og tíðliga upp at eta ein góðan morgunmat.

Hvat eru tínir kjarnu-førleikar sum leikari? 
Haldi at eg eri fysiskt væl fyri og dugi væl at spæla bóltin frá mær á ein skilagóðan hátt.

Hvat er tann størsta løtan í fótbólti? 
Tað má verða tá vit vunnu FM síðsta ár, men havi havt nógvar stórar løtur.

Besti dystur? 
Stuttligasti dysturin eg havi spælt var ímóti Týsklandi á útivølli.

Besti viðleikari? 
Allir á liðinum eru fantastiskir, men besti offensivi einstaklingurin má verða Lukasz Cieslewicz.

Hvør hevur havt mest ávirkan á teg sum leikari? 
Havi altíð havt nógv gott fólk rundan um meg, tá eg havi havt brúk fyri tí, men má taka pápa mín fram um.

Hvat er tann minningar ríkasta løtan í fótbólti? 
Dugi ikki at meta um hvat er tann mest minningarríka.

Fótbólts-idol? 
Jákup á Borg

Hevur tú nøkur góð ráð til ungar leikarar? 
Eitt orðatak sum pápi mín plagdi at siga við meg “Venjing, venjing og meira venjing”


Fakta um Hørð: Hevur spælt 70 dystir á besta mansliðnum hjá B36 seinastu 3 árini. Her hevur hann skotið 3 mál, fingið 3 gul kort og 3 reyð kort. Hann hevur verið darvaður av skaða seinastu tíðina, men er eftir øllum at døma heilt tøkur fyri B36 eftir summarsteðgin.