Mynd: Setur.fo

Nýsettur professari heldur fyrilestur um vindorku


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Redaktion

20.03.2017 - 16:40

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Gransking

Mikudagin 22. mars fer Hans-Georg Beyer, professari, at halda fyrilestur um gransking í vindorku.

Hetta boðar Fróðskaparsetur Føroya frá í dag.

Fróðskaparsetrið greiðir frá, at Hans-Georg Beyer er týskur alisfrøðingur við serkunnleika innan gransking í varandi orku, og at hann tann 16. desember í fjør varð settur í starv á Fróðskaparsetri Føroya fyri at menna gransking og útbúgving innan varandi orku.

Nýsetti professarin hevur starvsroyndir úr Týsklandi, Brasilia og Noregi.

Sum siður er, tá ið professari verður settur, verður í hesum sambandi skipað fyri professarafyrilestri. Fyrilesturin verður mikudagin 22. mars kl.15 í Ovastovu, og verður evnið gagnnýtsla av vindorku – um søguna, um aktuellu støðuna og um framtíðina.

Hans-Georg sigur á soljóðandi hátt um fyrilesturin á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum: 

- Í dag er vindorka ein týðandi partur av orkuveitingini í mongum londum, teirra millum Føroyum. Hesin fyrilesturin miðar eftir at lýsa søguna hjá hesari tøknifrøðini, hvussu tað hevur gingið upp og niður við henni í ljósinum av samfelagsmenningini, og hvør støðan er í dag, tá ið tað kemur til nýtslu av vindorku. Við hesum útgangsstøði verður lýst tað, sum liggur aftanfyri spurningarnar, sum dríva aktuellu granskingina á økinum”.

Hans-Georg Beyer kom í starvið á Fróðskaparsetrinum frá Universitetinum í Agder í Noregi, har hann hevði starvast sum professari í varandi orku síðan 2010. Frammanundan hevur hann arbeitt á University of Applied Sciences in Magdeburg í Týsklandi og verið gestagranskari á Mines Paritech, Fraklandi, og verið gestaprofessari á Universidade Federal de Santa Catarina, Brasil.