Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Sambært Norðlýsinum kunngjørdi Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu á samkomu í felagshølinum hjá Klaksvíkar Bóltfelag í gjárkvøldið, at arbeiðið uppá nýggja áskoðaraskýlið við Djúpumýru byrjar í apríl.
Nýggja skýlið verður kallað Bláa Skýlið, og lendisarbeiðið byrjar í apríl. Útgravingin byrjar síðani í september, kunngjørdi borgarstjórin.
KÍ hevði eina samkomu fyri sínum størstu sponsorum í gjárkvøldið. og sambært Norðlýsinum fortaldi borgarstjórin millum annað hvat rørir seg í býráðnum viðvíkjandi ítróttarligum kørmum.
Tað var í oktober í 2016, at endalig játtan kom frá kommununi um, at byggingina av skýlinum, á samkomuni í gjárkvøldið kom fram, at Bláa Skýlið væntandi stendur liðugt í august 2018.
Tað er Arkitektavirkið Fuglark sum hevur staðið fyri arbeiðinum, at gera eina heildarætlan fyri útbyggingini av Djúpumýru.
Les eisini: Djúpamýra skal uppstigast til altjóða leikvøll