Nýtt føroyskt borðspæl: Hildarting



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

06.12.2017 - 00:07

Mentan > Mentan > Frítíðarítriv

Nýggja borðspælið Hildarting er júst útkomið. Hildarting er eitt taktisk spæl, har ein skal fáa ræðið yvir Føroyum – samstundis sum ein kann læra um oyggjar okkara, meðan spælt verður.

Tað eru teir báðir Tóki Ellefsen og Bartal Hofgaard Hestoy, ið hava skapt Hildarting. Teir eru báðir lesandi í Keypmannahavn. Ætlan teirra hevur frá fyrsta dagi verið, at skapa eitt borðspæl, har øll familjan kann stuttleika sær, samstundis meðan tey læra um landalæru, søgu og sagnir.

- Spælið er gjørt so landalæruliga rætt sum møguligt og allar føroyskar bygdir og býir eru við í spælinum, stendur í tíðindaskrivi.

Fyri hesar báðar ungu íverksetarar hevur hetta verið ein sera tíðarkrevjandi verkætan, og óteljandi tímar eru brúktir. Samband hevur verið við hundraðtals fólk og túsundtals teldupostar eru skrivaðir.

- Men málið rokkið og nýggja borðspælið Hildarting er komið í handlar kring alt Føroyar, siga stigtakararnir av Hildarting.