Regin Jacobsen, forstjóri á Bakkafrost. Mynd: Jógvan H. Gardar

Nýtt met í morgun: Bakkafrost hevur vunnið seg innaftur á keypsskálanum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jógvan Hugo Gardar

13.01.2016 - 09:39

>

Partabrævið hjá Bakkafrost hevur havt eina ævintýrliga menning og virvisøking á keypsskálanum í Oslo síðani tað bleiv skrásett í mars 2010.

Ein javnur vøkstur yvir langa tíð stevgaði á í november 2015. Viði var lækka nakað fyrst í november, og fekk ein nýggjan undir vangan tá landsstýrið legði fram sítt uppskot til fíggjarlóg, har ein valdi at broyta skattingina av alivinnuni.

Íleggjarar svaraðu við at selja, og virði lækkaði til undir 240 krónur partabrævið.

Síðani hevur Bakkafrost klára at arbeitt seg uppaftur, og fyrrapartin sprongdi partabrævið sítt gamla met, sum var 278 norskar krónur per partabræv. Í skrivandi løtu er virði uppi á 281,50. So nógv hevur Bakkafrost ongantíð verið vert áður. Hetta gevur eitt samlað virði uppá knappar 13,7 milliardir norskar krónur. Í donskum krónum er virði 10,6 milliardir krónur.

Fyri einum ári síðani kostaði Bakkafrost-partabrævið 162,50 norskar krónur.

Hitt føroyska felagið á Oslo Børs, Atlantic Petroleum, er fallið sum ein steinur, aftaná at oljuprísurin fór at lækka. Fyri einum ári síðani kostaði eitt partabræv hjá Atlantic Petroleum knappar 59 norskar krónur. Í dag kostar tað 6,60.