Nýtt og øðrvísi frá The Reverends



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

08.09.2017 - 06:21

Mentan > Tónleikur > Rútmiskur tónleikur

Føroyski americana-bólkurin The Reverends, gevur í dag út eitt nýtt staklag, ’Sometimes I Wish’.

Bólkurin hevur seinastu tíðina arbeitt við nýggjum tilfari og ‘Sometimes I Wish’ er fyrsta lagið í einari røð av løgum, ið bólkurin leypandi fer at geva út.

Saman við framleiðaranum Óla Poulsen hava limirnir í The Reverends, Niclas Thorsteinsson, Janus Kampmann, Kristin Nolsøe Bech og Rúni Mouritsen, framleitt hetta fyrsta staklagið, sum í stíli, brýtur frá tí, sum The Reverends hava verið kendir fyri áður.

Í ‘Sometimes I Wish’ er tónleikurin merktur av einum blandi av kreativum rokki, dystopiskum poppi og fólkatónleiki, siga limirnir í The Reverends.

Tónleikurin er innspældur í Studio Bloch og kórið hevur unga talentið Lea Kampmann staðið fyri.

Gudmund Helmsdal Nielsen hevur framleidd sjónbandið til nýggja lagið, og sigast má, at myndirnar á sjónbandalagnum eru rættiliga nógv øðrvísi enn tað, ið fyrr er komið frá orkestrinum..

Fyrsta høvið at hoyra nýggja lagið live verður 30. september tá The Reverends fara at framføra nøkur løg til føðingardagshaldið hjá Reinsarínum.