Nýtt podcast fortelur søgurnar hjá føroyskum íverksetum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

28.03.2018 - 09:35

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Miðlar

Ofta síggja vit, at íverksetar koma frá degi til dags fram í almennu myndini við sínum avrikum, men har liggur altíð hart arbeiði og ein persónlig søga aftanfyri.

Nýggja Startup Podcastið skal fortelja hesa persónligu søguna.

Tað er Halgir Winther Nagata, sum hevur sett sær fyri at læra um íverksetan gjøgnum samrøður við royndar íverksetar.

Fyrsta samrøðan er við Andres Jacobsen, sum byrjaði sum heilt ungur at gera gysarafilmar við grísa-hjørtum og medistarapylsu. Í dag rekur hann saman við vinmanninum Brian Samson Polar Films, har teir gera lýsingarfilmar hjá fyritøkum kring landið. Hetta vann teimum heiðurin sum Ársins Íverksetar í 2016.

Startup Podcastið finst á appunum Apple Podcast og Stitcher, og á heimasíðuni halgir.fo.