Her hevur Bogi Napoleon Wennerström funnið eitt pokémondjór á Skálatrøð (Úr spælinum, Pokémon Go)

Nýtt Pokémonspæl: Kappast um at hava ræðið á Vesturkirkjuni

Sverri Egholm

12.07.2016 - 18:28

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Heimurin hevur veruliga tikið Pokémon Go til sín. Talan er um eitt spæl, sum kemur inn í tín veruliga heim umvegis telefonina.

Sjálvt spælið er ein app, sum verður løgd á telefonina og brúkar myndatól og GPS fyri at síggja, hvar tú ert. Spælið gongur fyri seg í býnum ella bygdini, har tú ert, og sum luttakari skalt tú út at finna og fanga hesi ymisku pokemondjórini, sum eru at finna ymsastaðni í økinum.

Pokémon Go varð almannakunngjørt í USA í síðstu viku, og er enn ikki komið til Evropa. Men tó, so tykist spælið vera eksploderað seinastu dagarnar í Norðurlondum

Og um tú sært onkran ganga við oyramikrofonum og høvdinum niður í telefonina her í Føroyum, er tað allarhelst Pokémon Go, sum viðkomandi spælir, tí spælið hevur eisini leitað sær til Føroya, har eini 50 luttakarar eru longu nú.

Hesi djórini, sum eisini verða kallaði “pokemons”, kunnu goyma seg kring alt landið, men eru serliga at finna við ymiskar standmyndir. Eitt nú er øgiligir dystir í gongd um standmyndina av Sigmundi Brestirssyni, sum stendur við Vesturkirkjuna.

Ein føroyingur, sum hevur roynt spælið er Bogi Napoleon Wennerström, sum er forritari.

- Tað sum ger spælið serligt er, at ein verður løntur við eggum fyri at ganga, og gongur tú nógv kann ein ungi koma burturúr eggunum. Hetta kann vera ein fyrimunur, sigur hann.

Trý lið
Meðan vit práta við Boga, so sær hann á telefonini, at gulir júst hava yvirtikið Vesturkirkjuna frá teimum reyðu, sum er liðið, Bogi er á.

Spælið er gjørt soleiðis, at tað eru trý lið, deild upp í litir, sum spæla móti hvørjum øðrum. Reytt, blátt og gult. Um eitt lið ætlar sær eitt sokallað “gym” ella stað, sum eitt annað lið longu hevur yvirtikið, má ein dystur til. Eitt sokalla “Pokémon battle”.

- Yviraskandi nógv luttaka í spælinum longu nú. Serliga hugsar man um, at spælið ikki er komið út í Evropa enn. Tí sostatt hava øll her um leiðir á ein ella annan hátt snýtt fyri at fáa hendur á spælinum, sigur Bogi Napoleon Wennerström, sum sjálvur hevur havt spælið í nakrar dagar.

Ein gularót til at røra seg
Sambært Danmarks Radio brúkar ein Pokémon Go-luttakari í miðal 43 minuttir uppá spælið. Tað er meira enn eitt nú Instagram og Whatsapp og næstan líka nógv sum Facebook.

Bogi sigur seg eisini hava brúkt nógva tíð at spæla Pokémon Go. Hann fekk sær spælið á telefonina í síðstu viku, men byrjaði ikki at spæla veruliga fyrr enn fyrradagin, og hann metir seg hava brúkt í øllum førum 43 minuttir um dagin, síðani hann veruliga byrjaði.

- Eg tosaði við ein, sum hevði gingið minst 15 km seinastu dagarnar og eg havi sjálvur gingið 9 km bara í dag. Tað hevði eg ongantíð gjørt uttan eina gularót, sigur Bogi.

Pokémon ikki nakað nýtt
Tú kennist kanska við navnið “Pokémon”. Tað er nevniliga ikki nakað nýtt, tí frá 1996 og í nøkur ár var Pokémon rættiliga væl umtókt og inniheldur nú sum tá eisini Pikachu, Staryo og Snorlax.

Tá vóru Pokémondjórini á spælikortum, sum kundu keypast í handlum í Føroyum, og ein kundi so spæla móti øðrum við hesum kortunum. Eisini var tað eitt vælumtókt spæl á Nintendo spælimaskinunum.

Og japanska Nintendo er eisini fyritøkan, sum saman við amerikanska Niantic Labs stendur fyri nýggja spælinum, sum higartil má sigast at vera væl eydnað. Nintendo stendur eisini aftanfyri vælkenda spælið Super Mario.

Hvat kunnu vit vænta?
Í útlendskum miðlum seinastu vikuna hevur verið nógv skrivað um avleiðingarnar av nýggja spælinum. Í amerikanska statinum Wyoming helt ein 19 ára gomul genta seg hava funnið ein pokémon við strondina, men tað vísti seg at vera eitt lík. Í Missouri hava tjóvar brúkt spælið at stjala við, har teir hava leiðbeint fólki á síðigøtur og hava stolið frá teimum.

Vónandi fara vit ikki at uppliva nakað av hesum í Føroyum tað næstu tíðina, men um gongdin verður tann sama, sum hon er í USA í løtuni, fara vit at síggja nógv á gøtunum við telefon. Í øllum førum nógv meira enn vanligt.