Jógvan Skorheim, formaður í Nýtt Sjálvstýri (Mynd: Jens Kr. Vang)

Nýtt Sjálvstýrið tikið seg úr samráðingunum

Sverri Egholm

09.09.2015 - 22:17

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Nýtt Sjálvstýri er ikki longur partur av samráðingunum um nýggja samgongu.

Við vp.fo sigur formaðurin í flokkinum, at millum annað spurningurin um fiskivinnunýskipanina var orsøkin til at flokkurin fór úr samráðingunum.

-Hinir flokkarnir vilja hava allan fisk út á eina uppboðssølu, og tað fara vit ikki at taka undir við, sigur hann.

Eisini var tað viðvíkjandi hjúnabandslógini at flokkurin tók seg úr samráðingunum. Nýtt Sjálvstýri vil hava tann spurningin út til eina fólkaatkvøðu, men tí tóku hinir flokkarnir ikki undir við.