Nýtt sjónbandalag frá Frostfelt



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Alda Nielsdóttir

27.05.2018 - 14:18

Mentan > Mentan > Tónleikur

Nýtt sjónbandalag hjá Frostfelt er komið út.

Líggjas Olsen, ið nógv minnast frá bólkinum Deja VU, stovnaði Frostfelt í 2011. Sama ár kom fløgan “I have A Tv Set” út, ið var eitt samstarv við SAKARIS. Frostfelt hevur samstarvað við fleiri kendum tónleikarum.

Nýggja sjónbandalagið eitur "Angel", og tað er Heiðrikur á Heygum, ið hevur stjórnað tað.

Við í sjónbandinum eru Mikala á Heygum Niclasen, Hans Marni Nielsen, Birgit á Heygum, Maria á Heygum, og Noomi Kunoy Herdóttir.