Nýtt um heitu kelduna í Kollafirði

Marin Eidesgaard

16.07.2014 - 00:24

Tíðindi > Norðstreymoy - Kollafjørður

Enn er ógreitt, um heita keldan í Kollafirði er varandi. Jarðfeingi hevur hvønn dag mátað, hvussu nógv rennur úr kelduni, og tað er minkað hvønn dag.

Hin 1. juli varð mált 33 kubikmetur, og mátingin í gjár var 23,2 kubikmetur um tíman. Tað minkar støðugt og minkingin sær ikki út til at hasa av.

- Minkingin kann tó framvegis merkja, at vatnið finnur eina javnvág  á einum lægri støði, men tað síggja vit ikki enn, sigur Lis Mortensen, jarðfrøðingur hjá Jarðfeingi við útvarpi hjá KVF í kvøld.

Keldan er eitt eindømi í Føroyum, og hóast hon skuldi steðgað, so er hetta áhugavert. Har rennur ógvuliga nógv vatn úr kelduni og vatnið er heitt, 26,6 hitastig.

- Hetta er eitt fyrbrigdi, sum vit ongantíð hava sæð fyrr í Føroyum. Heitar keldur hava verið í Føroyum fyrr, tó ikki í sama mun. Vit tosa møguliga um okkurt fyribrigdi í føroysku undirgrundini, sum er áhugavert at kanna og fáa lýst betur, segði Lis Mortensen.