Brellbiti av fimta umfari, sum kom út fyrr í ár

Fara undir nýtt umfar av House of Cards í 2018 - uttan Spacey

Sverri Egholm

04.12.2017 - 23:01

Mentan >

Í 2018 verður farið undir framleiðsluna av sætta og síðsta umfari av House of Cards. Tað verður tó ikki Kevin Spacey, upplýsir Netflix sambært Reuters.

Kevin Spacey hevur havt høvuðsleiklutin í væl umtóktu røðini, har hann hevur spælt leiklutin sum Frank Underwood.

Men 4. november steðgaði Netflix øllum samstarvi við Kevin Spacey, tí hann í heyst varð ákærdur fyri at hava gjøtt seg inn á ein 14 ára gamlan sjónleikara í 1986, tá Spacey var 26 ára gamal.

Netflix boðar frá, at sætta umfar fer at innihalda átta partar, skrivar dr.dk.