Nýtt videolag frá KATA



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

09.08.2017 - 11:48

Mentan > Mentan > Tónleikur

Tónleikabólkurin KATA hevur latið úr hondum sítt fyrsta videolag, og er tað av sanginum “Risin og moyggin”.

Tað er Heiðrikur á Heygum, ið hevur leikstjórnað og framleitt videolagið, og íblásturin er komin frá gomlum sagnum og søgum, ið fortelja um huldukonur, og úr norrønu gudalæru, har hoyrt vreður um nornurnar, ið spinna og veva mannalagnir.

KATA er mannað av Guðrið Hansdóttir, Arnfríð Lützen, Gretu Bech, Unn Patursson og Eyð Berghamar Jacobsen, umframt Rógva á Rógvu á slagverki og Lasse Thorning Jæger, ið ger elektroniskar effektir.

- Lagið ‘Risin og moyggin’ hjá Kata er ein samanseting og tulking av tveimum gomlum laglinjum, ið eru settar saman. Laglinjan sum er brúkt til versið varð sungin inn á band av Albert Djurhuus, Sumba, í 1971, og laglinjan sum er brúkt til niðurlagið varð sungin inn á band av Johanne Pouline Djonesen, Sørvági, í 1902, boðar Kata frá.

Sí nýggja videolagið omanfyri.