Mynd: Jens Kr. Vang

Nývalda býráðið farið at ótolnast – Vil hava Heðin at kalla inn til fund

Jens Hákun Leo

30.11.2016 - 15:25

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Nývalda býráðið í Havn er nú farið at ótolnast, tí tað ikki er sloppið at skipa seg enn. Í hesum sambandi hevur tað sent Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, eitt skriv, har ið tað heitir á hann um at kalla inn til fund skjótast gjørligt, so at tað kann sleppa at skipa seg.

Hetta veit Kringvarpið at siga í dag.

Kringvarpið greiðir frá, at sambært lógini um kommunustýri, skal nývalda kommunustýrið skipa seg í seinasta lagi innan árslok, t.e. um 31 dagar.

Heðin Mortensen fer frá sum borgarstjóri á nýggjárinum, t.e. um góðar fýra vikur, og skal nýggja býráðið tá taka við.

Tað er longu nú greitt, at Annika Olsen úr Fólkaflokkinum verður nýggjur borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og at Gunvør Balle úr Tjóðveldi verður nýggjur varaborgarstjóri.