Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

- Óansæð hvat hendir, so elski eg teg - veit ikki, nær eg kann kontakta teg aftur

Jens Hákun Leo

12.06.2018 - 16:36

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Dómstólar og rættarmál

Ein ung kvinna kom í dag fyri í Føroya Rætti og vitnaði í tí sonevnda øksarmálinum.

Kvinnan, sum er undir lesnaði í Danmark, kom til Føroya við seinnapartsflogfarinum í dag, og kom hon beint til Havnar til at bera fram vitnisburð sín í málinum, sum byrjaði tann 6. mai í fjør, tá ein maður í seinru hálvu í 30-unum varð álvarsliga særdur – av einari øks og møguliga einum knívi ella øðrum spískum luti - á vegamótinum við Íslandsvegin-Landavegin í Havn.

Týdningurin av vitnisburðinum hjá kvinnuni kann valla undirmetast. Hon hevði verið á einari date við tí 24 ára gamla ákærda frammanundan ógvusligu hendingini, og stutt eftir midnátt hesa náttina fekk hon boð frá tí ákærda á Snapchat.

Hon greiddi frá í rættinum, at hon minnist enn tann dag í dag, hvat stóð í boðunum.

”Vit fara á eina suicide mission (at gera nakað sera vandamikið). Óansæð hvat hendir, so elski eg teg. Veit ikki, nær eg kann kontakta teg aftur”, skal ákærdi maðurin hava skrivað til kvinnuna hesa náttina í mai 2017.

Hetta skrivaði hann til hana á donskum.

Ein góðan tíma seinni skal ákærdi maðurin aftur hava skrivað til kvinnuna, sum búði í Danmark. Hann skal tá hava skrivað til hana á enskum.

”WTF (hvat helviti?). Vit – eg og X (tann 22 ára gamli ákærdi maðurin í málinum) hava júst stungið ein við einari øks fleiri enn 20 ferðir, sum royndi at stinga okkum”, skrivaði maðurin til skelkaðu kvinnuna, sum varð vakt av Snapchat-boðunum.

Hon skrivaði aftur til hann og spurdi, hvat var hent. Maðurin skal tá hava sagt við hana, at hon skuldi bara taka tað róligt, tí teir høvdu gjørt hetta í sjálvverju.

Hetta var síðstu ferð, unga kvinnan hevur havt samband við mannin. Í rættinum í dag hitti hon mannin aftur fyri fyrstu ferð í meira enn eitt ár. Hesuferð sat hann við eitt avlangt borð saman við advokatinum hjá sær, Óla Jákup Kristoffersen, meðan hon sat við eitt lítið borð ímillum dómararnar og teir ákærdu og verjarnar.

Vitnisburðurin hjá henni vardi í einar 10-15 minuttir ella so seinnapartin, og so fór hon avstað aftur við boðunum frá tí eina dómaranum í málinum – Henrik Møller - um, at hon kundi fara til diskin úti í ganginum og fáa ”vidnegodtgørelse”.

Les eisini: Trýkantsdrama møguliga atvoldin til øksarmálið

Les eisini: Dómur fellur fríggjadagin