Barack Obama (Mynd: EPA)

Obama talar nú at, at USA tekur seg úr kjarnorkuavtaluni við Iran

Oda Strøm

09.05.2018 - 08:17

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

- Útsøgnin í dag er fullkomiliga villeiðandi. Tað koyrir okkum á eina leið, har vit kunnu verða tvungin at velja millum kríggj ella eitt kjarnorkuvápnað Iran, skrivar fyrrverandi forsetin í USA, Barack Obama, á Facebook í gjárkvøldið. Hann var ein av teimum, ið stóð aftanfyri at fáa kjarnorkuavtaluna við Iran upp í lag.

Donald Trumo segði í gjár á tíðindafundi, at hann fór at taka USA úr kjarnorkuavtaluni, tí hon sambært honum er "katastrofal" fyri USA og bara er ein góð avtala fyri Iran.

Barack Obama talar nú at retorikkinum hjá Trump og sigur millum annað, at atburðurin hjá Iran er enn meira vandamikil, um landið ikki er undir eftirliti.

- Tað var aldrin ætlanin, at avtalan skuldi loysa allar okkara trupulleikar við Iran. Vit vistu væl, at Iran hevur óstabiliserandi atburð - við at stuðla terrorismu og við at hótta Ísrael og aðrar grannar. Og akkurát av hesum er tað týdningarmikið, at landið ongantíð fær eitt kjarnorkuvápn. Einhvør partur av atburðinum hjá Iran er nógv meira ørkymlandi, um teirra kjarnorkumenning ikki er undir eftirliti, skrivar Obama á Facebook.

Kjarnorkuavtalan varð undirskrivað í oktober 2015, tá Barack Obama var forseti. Partarnir í avtaluni eru Iran, fimm limir í ST trygdarráðnum, ES og Týskland.