Obama: - Williams var ein serstakur maður

Snorri Brend

12.08.2014 - 15:22

Tíðindi > Uttanlands > Annað

At 63 ára gamli sjónleikarin Robin Williams nú er deyður, er sjálvandi eisin komið amerikanska forsetanum, Barak Obama fyri oyra.


Les eisini her:  Robin Williams deyður fyri egnari hond


Við ótrúligu sjónleikaraevnum sínum, hevur Willams rør mong menniskju – eisini Obama.

- Robin William var ein lækni, ein andi, ein barnagenta, ein professari, Peter Pan og alt tað, ið lá millum hesar leiklutirnar.

- Men hann var eisini eitt eindømi og var nakað heilt fyri seg, sigur Obama í eini fráboðan, saman við familju síni.

Tey mongu heitini og mongu yrkini, ið forsetin hevur valt at lýsa deyða sjónleikaran við, vísa til fleiri av best umtóktu leiklutunum hjá Williams á tí stóra løriftinum.