Neistin tekur ímóti H71 í kvøld, og lagt er upp til ein tættan og spennandi dyst.





(Mynd: Sverri Egholm)

Oddadystur á skránni í kvøld

Agnar Frederiksen

28.03.2018 - 15:35

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur
Neistin og H71 bresta saman í Høllini á Hálsi í kvøld. Talan er um reinan oddadyst.

Undan dystinum hava bæði liðini 31 stig, og hava tryggja sær pláss í finalunum. Liðini hittast í dag og leygardagin, og fyrsta plássið, og harvið fyrimunurin við at hava annan og eventuelt tann triðja finaludystin á heimavølli, er uppá spæl. 

Tað serstaka við uppgerðini millum hesi liðini er, at í teimum báðum innnahýsis dystunum í FTZ-deildini er tað endað við javnleiki. Í hálvfinalunum í steypakappingini hittust liðini eisini, og har vóru hoyvíkingar omaná.

Í gjár vórðu tveir dystir leiktir í fremstu mansdeildini; Kyndil vann greitt á VÍF(31-21), og KÍF og StÍF leiktu ein 24-24 javnleik.