Tað er satt oddabrak í Havn í kvøld, tá Kyndil tekur ímóti VÍF (Mynd: Jens Kr. Vang - savnsmynd)

Oddadystur í Høllini á Hálsi í kvøld

Agnar Frederiksen

11.01.2018 - 15:37

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Kl.18.30 í kvøld er oddabrak í fremstu kvinnudeildini, tá nummar eitt er á vitjan hjá nummar tvey. VÍF hevur framvegis ikki tapt í ár, men í kvøld er ein trupul uppgáva fyri framman, tá vestmannakvinnur skulu til Havnar at spæla ímóti greipuvinnaranum.

Undan dystinum er VÍF á odda við 25 stigum fyri 13 dystir. Kyndil er eitt stig aftanfyri, men hevur eisini leikt ein dyst fleiri. Liðið ið kann bjóða av í stríðnum um finaluplássini er VB. Vágskvinnur hava 20 stig fyri 15 dystir.

Í oktober í fjør vann VÍF 26-21 á Kyndli í Vestmanna. Tað eru júst tríggir mánaðir síðani hendan dystin, og nú hava liðini tveir innahýsis dystir sínámillum komandi fýra dagarnar. Kyndil og VÍF bresta saman í kvøld og sunnudagin, og báðir dystirnir verða leiktir í Høllini á Hálsi. Sostatt kann talan verða um sera avgerandi dagar í oddastríðnum.