Oddvør Josephsen til DM fyri ung í fjør.

(mynd: treysti.fo

16-ára gamla Oddvør Josephsen: Eg gleði meg til at umboða mítt land

Agnar Frederiksen

21.06.2017 - 15:25

Ítróttur > Ítróttur > Renning

Ein av yngstu íðkarunum, ið umboðar Føroyar á Gotlandi, er bert 16 ára gamla Oddvør Josephsen úr Klaksvík. Oddvør er rennari, og rennur til dagligt fyri Treysti. Oddvør hevur fyrireikað seg sera væl til stóru uppgávuna:

-Eg havi fyrireika meg, líka sum eg plagi at fyrireika meg uppundir eina stóra kapping. Eg havi vant sjey ferðir um vikuna, og onkuntíð havi eg vant tvær ferðir um dagin. Seinastu tveir mánaðirnar
havi eg vant saman við mínum liðfeløgunum á Svangaskarði tvær ferðir um vikuna. Ein partur av venjingini hevur verið sjálvstøðug. Har havi eg eisini onkutíð vant saman við foreldrunum, ið eisini renna, og sum hava hjálpt og stuðla mær væl. Vit hava tikið nakrar testir eisini, fyri at síggja hvussu venjingarstøðan er. Nú tá kappingin nærkast, havi eg syrgt fyri at drukki nokk av vatni og eti rætt. Eg vil siga, at eg føli meg so væl fyri, sum eg kann verða til Oyggjaleikirnir.

Sterkasta greinin hjá Oddvør er 400 metrar. À hesum teininum setti hon føroyskt innanduramet fyri tveimum árum síðani. Hon vónar eisini at fáa eina góða tíð har, og hon hevur sjálvandi ein dreym um heiðusmerki.

-Á 400 m vóni eg, at eg megni at koma undir minuttin. Eg havi ein dreym um at taka tað føroyska metið, sum er 59,17 sekund. Á 800 m vóni eg eisini at fáa persónligt met. Man hevur altíð ein dreym um at fáa eitt heiðursmerki; tað hevði verði stuttligt, men eg taki hetta sum eitt uplivilsi. Eg hugsi ikki beinleiðis um heiðursmerkir fyrst, bara um eg klári at betra mínar tiðir, so verði eg super glað.

Oddvør greiðir annars soleiðis frá vónunum og málsetninginum fyri liðkappingina, fyri rennarnar og fyri tey ið umboða Føryar i frælsum ítrotti:

-Á borðarenninginum hjá okkum vóna vit at koma í finalurnar; tað hevði verið sera stuttligt. Vit vóna eisini at taka metini, sum eru á 4x400 m og 4x100 m. Fyri allir rennarar og íðkarar fyri frælsan ítrótt er málið sum heild, at koma heim við nøkrum heiðursmerkum og nøkrum føroyskum metum.

Oddvør Josepshen er við fyri fyrstu ferð, og unga klaksvíksgentan sær nógv fram til uppgávuna á Gotlandi.

Eg gleði meg ógvuliga nógv til Oyggjaleikirnar. Nú eri eg bert 16 ár, so eg havi eitt sindur av nervum, nú eg skal við fyri fyrstu ferð. Men eg eri sera spent at vita, hvussu tað er á Oyggjaleikunum. Eg gleði meg til at umboða mítt land, og eg vóni at tað kemur at gangast væl hjá øllum teimum føroyskum íðkarinum. Eg hopi og vænti, at tað verður ein góður og ógloymandi túrur.