Nikolina framførdi tveir sangir. Mynd: Kvf

Oddvør, Katrin, Mathias, Torbjørn og Tey av Kamarinum fingið virðislønirnar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Hallur av Rana

17.01.2015 - 00:05

Mentan > Mentan > Mentanarpolitikkur

Hátíðardámur lá yvir Skálavík í dag, tá Mentanarvirðislønir landsins vórðu latnar í deplinum í Skálavík.

Mathias Kapnas,Oddvør Johansen, Katrin Óttarsdóttir, Torbjørn Olsen og Tey av Kamarinum fingið øll handaði ymiskar heiðursgávar.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, handaði gávurnar og tann fyrsti, ið hann bað koma upp á pallin, var ungi listamaðurin Mathias Kapnas.

Hann fekk handað virðislønina, ið verður latin ungum listamanni. Saman við heiðrinum fekk Kapnas 50.000 krónur.

Mathias takkaði fyri heiðurin, áðrenn hann spældi eitt verk fyri teimum, ið vóru komin saman.

Harafturat vórðu tvær sømdargávur, ið eru lívslangar heiðursgávur á kr. 20.000 um árið, latnar.

Bjørn Kalsø gjørdi skjótt av og kunngjørdi, at lívslongu heiðursgávurnar vórðu latnar Oddvør Johansen, rithøvunda, og Katrin Óttarsdóttir, filmslistafólk.

Oddvør Johansen var ikki sjálv til staðar í dag, men hon sendi eina heilsan til tey, ið vóru samlaði í Skálavík.

- Eg takki hjartaliga fyri hendan heiður. Hann hevur nógv at týða fyri meg, bæði nú og seinni, segði Oddvør.

Hin listakvinnan, Katrin Óttarsdóttir, var til staðar og hon var fegin um heiðurin og serliga lønina.

Í grundgevingini fyri at lata Katrin Óttarsdóttir lívslongu heiðursgávuna, segði landsstýrismaðurin:

- Katrin Óttarsdóttir hevur við slóðbrótandi arbeiði á filmsøkinum lagt lunnar undir nýggja føroyska listagrein, sum nú so spakuliga er við at fáa fótin undir seg. Fyri filmslistaliga arbeiði sítt, fær KO sømdargávu landsins.

Katrin takkaði fyri gávuna og segði at tað var nakað heilt serligt fyri seg, at fáa hesa gávu í heimbygdina hjá abbanum, Heðin Brú, og á oynni, har hon hevur brúkt so nógva tíð.

Katrin brúkti eisini høvið at takka manninum fyri sín stuðul gjøgnum árini og fortaldi eina skemtiliga søgu um, tá hon sum barn var farin við familjuni til bygdina Dals.

Síðani trein landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø aftur á pallin og kunngjørdi, hvør fekk handað heiðursgávu landsins.

- Heiðursgáva landsins verður latin til tónleikabólkin Tey av kamarinum

Bjørn vísti á, at Tey av kamarinum hava verið virkin í trýss ár og sangir teirra hava verið væl móttiknir av fleiri ættarliðum. Við heiðrinum fylgja 75.000 krónur.

Tey av kamarinum vóru sera glað fyri heiðurin og framførdu tveir sangir.

Síðani var høvuðsvirðislønin, Mentanarvirðisløn landsins, á skránni. Hon verður latin fyri at heiðra føroysk mentafólk, ið hava skapt list á høgum støði. Við í heiðrinum fylgja 150.000 krónur.

Bjørn Kalsø kundi avdúka, at Mentanarvirðisløn landsins verður latin listamanninum, Torbjørn Olsen.

Torbjørn takkaði fyri virðislønina og las eina nýggja yrking upp fyri teimum, ið vóru komin saman hendan vetrardagin í Skálavík.