Ódnartøk í Miðvági avlýst vegna veður

Niels Petersen

11.09.2016 - 12:35

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Vegna veður er annað umfar av Ódnartøkum, sum eftir ætlan skuldi haldast í Miðvági í dag avlýst. Fyriskipararnir eru á einum máli um, at líkindini at transportera bátarnar til og frá róðrarøkinum eru ov svikalig, tá hvirlurnar skjótt kunnu skaða bátarnar, og tað hevði verið stórt spell.

Teitur Samuelsen, sum er ein av fyrireikarunum skrivaði fyri løtu síðani á facebookvangan hjá Kappróðrarkjak, at kappingin er avlýst vegna veður. Hann sigur tó, at tað saktans ber til at rógva, men at veðrið er ov keðiligt til trygt at flyta bátarnar aftur og fram. Hann nevnir millum annað, at hvirlurnar kunnu verða hvassar um Sandavágsháls.

Vit spurdu hann síðani um, nær tað væntandi verður róð, og tað segði hann seg ikki vita í løtuni, men at avgerð verður tikin um tað í næstum, og síðani verður tað kunnað um tað á sama vanga á facebook.

Triðja umfar í Ódnartøkum er í Runavík 24. september.