- Ódnarveðrið av á hesum sinni

Jens Hákun Leo

26.12.2016 - 11:27

Tíðindi > Veðrið

- Føroyar hava síðani lítla jólaaftan verið sera hart raktar av ódnarveðri. Lítla jólaaftan herjaði ódnin "Barbara" og viðførdi nógvan skaða. 1-1-2 alarmsentralurin og vaktsentralurin fekk frá middegi lítla jólaaftan til jólaaftansmorgun 256 fráboðanir um stormskaðar. Skaðarnir snúðu seg um tøk, húsaklædning og líknandi. Tíbetur hendi ongin fólkaskaði.

Hetta sigur løgreglan í fráboðan til Portalin í dag.

Løgreglan sigur, at veðrið varð heldur frægari frá á middegi jólaaftan til á middegi jóladag, tá ódnin "Urd" brast á við nógvari vindmegi og helt á til fyrrapartin í morgun. Eisini henda ódnin viðførdi nógvan skaða, og harðast gekk út yvir Klaksvík, Gøtu, Kambsdalur og Skálafjørðin.

Løgreglan sigur víðari, at 1-1-2 alarmsentralurin og vaktsentralurin hava síðan á middegi jóladag til fyrrapartin í dag fingið umleið 350 fráboðanir um stormskaðar. Skaðarnir snúgva seg um tøk, húsaklædningar og líknandi.

Hósast ógvusliga veðrið, var bert ein fráboðan um fólkaskaða, har ein kvinna í Eysturoynni feyk í vindinum og breyt beinið.

Løgreglan sigur at enda, at ódnarveðrið sær út til at vera av á hesum sinni, og at vindurin er nógv minkaður, og leggur hon aftrat, at sløkkilið og bjargingarfeløg kring Føroyar hava gjørt eitt framúr gott arbeiði í sambandi við skaðafráboðanir, ið hava verið, nú tvær ódnir hava herjað kring landið um høgtíðina.