(Mynd: KvF)

Øgiligt buldur í Havn: Spreingingar á Glyvursnesi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

13.04.2018 - 20:20

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Byggivinna

Tað var eitt øgiligt buldur, ið hoyrdist beint fyri kl 20:00 í kvøld í Havn, og tað vóru fleiri, ið gjørdist kløkk.

Talan var tó bert um spreingingar á Glyvursnesi, sigur Eyðfinn Lenvig, tekniskur leiðari hjá J&K Petersen, ið stendur fyri arbeiðnum.

- Vit hava akkurát sprongt á Glyvursnesi fyri lítlari løtu síðan. Vit hava skotið eitt skot uppá 43.000 kubikk.

Talan er um somu skot, ið hava verið skotin í eitt heilt ár, men í kvøld hoyrdist tað sera væl.

- Kanska hoyrdist tað so væl, tí tað er so stilt í kvøld. Vit hava nógv skot eftir - umleið ein mió. kubikkmetur eru eftir at skjóta, sigur Eyðfinn Lenvig við Portal.fo í kvøld.

Á Glyvursnesi er stórt virksemi, har sprongt verður til havnarútbyggingina í høvuðsstaðnum. Sprongt verður hvørja viku.

Tá liðugt er at spreingja, verður grótbrotið á Glyvursnesi á stødd við 13 fótbóltsvøllir.

Les eisini: Video: Soleiðis sær ein spreinging á Glyvursnesi út