Leiting í Skopunarfirði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ógreitt hvat hendi í Skopunarfirði

Ingi Samuelsen

07.09.2017 - 07:31

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Vanlukkur

Greiða kom ikki á, hvat orsøkin var til vanlukkuna í Skopunarfirði hósnáttina í síðstu viku, tá farmaskipið Mykines rendi á grastrevjabátin Mars, og ein maður sjólátst.

Millum tey, ið vórðu avhoyrd undir sjófrágreiðingini í Føroya rætti í gjárkvøldið, var maðurin, ið slapp við hendingini við lívinum. Hann greiddi rættinum frá, at Mars var væl útgjørdur, og at øll neyðug ljós vóru tendrað, bæði siglingarljós, toppljós og eisini radarrefleksið. Hetta veit útvarpið hjá Kringvarpi Føroya at siga í morgun.

Manningin á farmaskipinum Mykines hinvegin helt, at báturin má hava ligið myrkur. Bæði skiparin og maskinstjórin vóru staddir á brúnni, og teir greiddu í rættinum frá, at teir einki sóðu fyrr enn ov seint var at forða fyri samanstoytinum, greiddu teir frá undir sjófrágreiðingini.