Ógvusligur døttur í Tour de France

Ingi Samuelsen

06.07.2015 - 14:43

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Ein døttur av teimum heilt ógvusligu hendi í dag í Tour de France kappingini.

Stóra súkklukappingin byrjaði leygardagin, og í dag verður triðji teinur súkklaður í Belgia. Alt gekk sum tað skuldi inntil ein súkklari í dag, á einum beinum strekningi, knappliga datt. Døtturin tók ein hóp av súkklarum við sær, og fallini vóru ógvuslig, tí súkklað varð við nógvari ferð.

Slíkkir døttir eru ikki óvanligir í súkklukappingum, men hesin í dag verð mettur so ógvusligur, at kappingarleiðslan valdi at "neutralisera" kappingina - tað vil siga, at súkklararnir fingu boð um at støðga við at kappast og bara súkkla róliga.

Hóast fallið sá ógvusligt út, eru tað "bara" tríggir súkklarar, sum komu so illa fyri, at teir ikki vóru førir fyri at fara upp á súkkluna aftur. Aðrir valdu at súkkla víðari, hóast illa meiðslaðir. Teirra millum sveitsarin Fabian Cancellara, sum lá á odda í kappingini og súkklaði í gulu leiðslutroyggjuni.