(Mynd: EPA)

Ógvusligur jarðskjákvti í Taivan



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

07.02.2018 - 06:59

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Tvey fólk eru funnin deyð, og minst 219 hava fingið skaða eftir ein jarðskjálvta í Taivan.

Bjargingarlið royna at fáa minst fimm persónar fríar úr leivdinum frá samansoknum bygningum og við at fáa eyðmerkt 173 saknað eftir jarðskjálvtan, ið rakti eysturstrondina av Taivan í gjár. Tað upplýsa bjargingarmyndugleikarnir fyri AP tíðindastovuni.

Bjargingarliðið boðar frá, at minst 219 fólk eru komin til skaða. Harav eru 24 í lívsvanda, skrivar AP.

Skjálvtarnir oyðiløgdu ein part av vegakervinum, og fleiri túsund heima hava hvørki streym ella vatn.

Umleið 30 fólk vórðu stongd inni í einum hotelli, sum rapaði í býnum Hua-Lien í landnyðringspartinum av Taivan. Flestu teirra eru nú bjargað út úr leivdunum.

Niðasti partur av Marshal Hotel megnaði ikki at halda til ógvusligu skjálvtarnar, ið vórðu máldir til 6,4. Øll hæddin smokkaði, skrivar Central News Agency í Taivan.

Eitt annað hotell varð eisini rakt av skjálvtanum, sigur sløkkiliðið. Enn er ógreitt hvussu umfatandi skaðarnir eru, men fleiri bygningar eru rapaðir, skrivar BBC.

Miðdepilin á jarðskjálvtanum var 9,5 kilometrar undir jørð, 21 kilometrar í ein landnyðring úr býnum Hua-Lien, sigur amerikanski jarðskjálvtastovnurin, USGS.

Fleiri sjákvtar hava rakt Taivan seinastu dagarnar.