Savnsmynd (Mynd: Hallgerð Akurstein)

Flest óhapp í Árnafjarðartunlinum

Sverri Egholm

18.02.2018 - 20:14

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Óhapstíttleikin er nógv størstur í Árnafjarðartunlinum, har han er fýra ferðir landsmiðaltalið. Harnæst kemur Hvannasundstunnilin sum er tvær ferðir landsmiðaltalið.

Tað segði Óluva Klettskarð, tingkvinna fyri Tjóðveldi, í tinginum í vikuni tá uppskot at framskunda tunlarnar norður um Fjall var til 1. viðgerð.

Hon sipar til tølini sum Landsverki hevur kunngjørt frá einari kanning í 2008. Óhapstíttleikin er talið á óhappum fyri koyrdar kilometrar um árið. Tað er hvussu nógv óhapp henda í mun til ferðslu nøgdina.

- Í alt ov langa tíð eru teir (tunlarnir norður um fjall, red.) slopnir at verið ein alt ov vandamikil farleið. At eingin er komin illa fyri, og at eingin hevur fingið deyðamein kemst bara av einari orsøk. Hon er tann, at fólk norðanfyri duga at koyra gjøgnum tunlarnar so smidliga og laga seg sjálvan og ferðsluna eftir hesum annars næstan at kalla deyðsfellum, segði Óluva Klettskarð.

Árnafjarðartunnilin og Hvannasundstunnilin stóðu lidnir í ávikavist 1965 og 1967.

Flest øll tingfólk, bæði úr samgonguni og andstøðuni vóru samd um at royna at finna eina breiða semju um uppskotið, og at okkurt má gerast. Uppskotið er nú farið í Rættarnevndina.

Les eisini: Henrik Old: Samgongan má taka støðu

Les eisini: Óluva Klettskarð: - Um eg ikki skal samtykkja hetta skal samgongan prógva sítt dirvi

Les eisini: Jónleif Johannesen um tunlarnar: - Millum vandamiklastu økir í landinum