Banin hjá A/2017 U1 (Mynd: NASA/JPL-Caltech)

Ókendur gestur í okkara sólskipan



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

30.10.2017 - 20:38

Mentan >

Tað vakti undran tann 19. Oktober, tá vísindafólk á stjørnufrøði deildini á Hawaii Universitet, sóu okkurt ókent í okkara sólskipan. Okkurt kom flúgvandi inn í sólskipanina við eini ferð á uml. 90.000 km/t, skrivar Politiken.

Hetta hevur fingið navnið A/2017 U1 og er 400 metrar í tvørmáti. Vitjanin í okkara sólskipan hevur stóran áhuga, tí at A/2017 U1 ikki flytur seg, sum halastjørnur og smástjørnur vanliga ger, tað ferðast skjótt, og leiðin tað ferðast tíðir á, at tað er á veg út úr okkara sólskipan og aldrin kemur aftur. Hartil flytur A/2017 U1 seg millum stjørnurnar, og tað er aldrin sæð fyrr.