(Savnsmynd: Ingi Samuelsen)

Ókeypis konsert við Kristinu í Steinatúni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

09.08.2017 - 09:30

Mentan > Mentan > Konsertir

Seinnapartin í dag verður høvi at hoyra ókeypis konsert á einum nýggjum uttandura konsertstaði í Havnini.

Tórshavnar kommuna boðar frá, at klokkan 17 í dag heldur vældámda songkvinnan Kristina Bærendsen konsert í Steinatúni.

Konsertin verður við fullum orkestri, og er ein upphiting ella aðalroynd til konsertina, sum Kristina skal halda á stóra palli á Summarfestivalinum í Klaksvík seinna+artin leygardagin.

Tórshavnar kommuna hevur umskipað og snøggað Steinatún, og konsertin mikudagin er fyrsta royndin at nýta hetta opna miðbýartorgið til eina konsert, skrivar torshavn.fo.