Hóast einki lønandi oljufund er gjørt í Føroyum enn, so eru oyggjarnar nærum umringaðar av framleiðandi oljukeldum hinumegin markið. Tann nýggjasta, Clair Ridge verður tikin í brúk í ár. Hon kostar 60 mia. kr.

Økið nær Føroyum stóra framtíð fyri BP



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

28.01.2018 - 12:38

Oljan >

Tíðindi/Analysa.

Fyri føroyingar og oljuleiting við Føroyar eru tað altíð kærkomin tíðindi, tá ovastu stjórar í einum av heimsins størstu oljufeløgum, BP, lata við seg koma og umrøða økið eystan fyri føroyska markið sum ein av framtíðar gimsteinunum hjá felagnum. Hóast felagið longu hevur brúkt hundraðtals milliardir kr. til leiting og útbyggingar í hesum fyrr so fjarskotna og veðurbarda djúpsvatnsøkinum í Atlantshavi, so sær felagið framvegis stórar og nýggjar møguleikar at menna oljuvinnuna uppaftur meira í júst hesum økinum.

Á heimasíðuni hjá hesum eina av heimsins oljurisum verður stjórin fyri fleiri av størstu verkætlanunum hjá BP kring heimin, David O`Connor, endurgivin fyri at siga, at økið millum Hetland og Føroyar er eitt tað týdningarmesta, tá tað um framtíðar oljuframleiðslu ræður.

Í fjør var nútímansgerð og útbygging av Schiehallion oljufeltinum (nú Quad 204) framd við eitt nú heimsins mest framkomna framleiðslu- og goymsluskipi, Glen Lyon. Nú verður so seinasta hond løgd á enn eina stóra útbygging á Atlantsmótinum, nevniliga Clair Ridge.

Enn ein Clair útbygging liðug

“Clair Ridge er næsta útbygging á tí stóru Clair kelduni, aftaná fyrstu útbyggingina “Clair Phase 1”, sum varð tikin í brúk í 2005. Clair Ridge verður tikin í nýtslu í ár. Ikki bara hevur henda útbyggingin týdning fyri samlaðu framleiðsluna hjá BP. Hon kann eisini metast at hava ein grundleggjandi týdning fyri víðari leiting og útbygging í hesum økinum.”

“It is foundational for the region. There will be more to come after Clair Ridge”, sigur BP stjórin og leggur aftrat, at teir avgjørt ikki eru lidnir at gera íløgur vestan fyri Hetland, eftir at Clair Ridge er tikið í brúk. Felagið hyggur longu eftir nýggjum møguleikum á risastóru Clair kelduni og vísir hann til øki bæði fyri sunnan og norðan. Niðurstøðan er tann, at hetta økið hevur stóran týdning fyri framtíðina hjá BP í hesum partinum av heiminum.

Hóast BP hevur brúkt 60 mia. kr. til nýggjastu Clair Ridge útbyggingina, so arbeiðir felagið eisini við eini komandi Clair Phase 3 útbygging. Fleiri avmarkingarbrunnar eru longu boraðir fyri at finna besta staðið til hesa komandi útbyggingina.

Fyri Atlantsmótið (tvs. økið millum Hetland og Føroyar) sum sjálvstøðugur oljulandslutur hava útbyggingarnar hjá BP alstóran týdning. Tær seta ringar í sjógvin og eru við til at fáa íleggjarar at venda eygunum móti øllum hesum stóra økinum, sum av fleiri longu verður nevnt tann nýggi Norðsjógvurin.

Atlantsmótið: Fimti ár við leiting og framleiðslu

Oljuleiting á Atlansmótinum byrjaði longu í 1970 og varð ein av heimsins størstu oljukeldum, Clair, funnin í 1977. Síðani eru boraðir meira enn 200 brunnar og hava teir skapt grundarlag fyri fleiri útbyggingum. Í dag verður olja og gass framleitt frá hesum feltunum: Clair, Foinaven, Schiehallion (Quad 204), Solan, Laggan Tormore, Edradour og Glenlivet.

Í ár kemur Clair Ridge aftrat. Og síðani standa fleiri møguligar útbyggingar í bíðistøðu. Tær eru Lancaster, Rosebank, Cambo og Lyon.

Cambo er eitt stórt fund, sum liggur fáar kilometrar frá føroyska markinum, og har fer pallurin West Hercules at bora longu í apríl. Úrslitið av hesi boringini skal rudda slóð fyri útbygging. Eisini í grannalagnum verður bíðað eftir endaliga startskotinum til útbygging av stóra Rosebankfundinum.

Vit taka tí ikki munnin ov fullan, tá vit siga, at nærum allan vegin framvið føroyska markinum standa fleiri stórar útbyggingar av oljufeltum til at fara av bakkastokki komandi árini. Tað er tí ein sannroynd, at oljuvirksemi á Atlantsmótinum nærkast Føroyum í hvørjum. Um somu tíð hava oljufeløg framvegis møguleika at bjóða uppá oljuleiting við Føroyar í 4. útbjóðingini, ið letur aftur 17. februar. Livst so spyrst.

Keldur:


https://www.bp.com/en_gb/united-kingdom/where-we-operate/north-sea/north-sea-major-projects/clair-ridge.html

https://www.bp.com/en/global/corporate/bp-magazine/locations/north-sea-optimism-reasons-to-be-cheerful.html?utm_source=BPUK&utm_campaign=BPMO

https://www.bp.com/en/global/corporate/bp-magazine/locations/bp-s-major-energy-projects-in-2017.html?utm_source=BPUK&utm_campaign=NorthSea