Okkara Sangbók í nýggjum hami

Okkara Sangbók verður útgivin aftur í dagførdum hami



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

14.06.2018 - 10:23

Mentan > Mentan > Tónleikur

Okkara Sangbók kom út á fyrsta sinni í 2006 og hevur ikki verið at fingið nú í nøkur ár, men nú kemur Okkara Sangbók út aftur í dagførdum hami.

Í nýggju og dagførdu útgávuni eru tilsamans 267 sangir, harav 48, sum ikki vóru í útgávuni frá 2006 – bæði nýggjari og eldri. Føroysku sangirnir telja 211 tilsamans, meðan tað eru 56 útlendskir sangir, serliga enskir og norðurlendskir. 

Sum nakað heilt nýtt verða myndir av øllum gittargrepunum vístir við hvønn sangin sær. Á tann hátt ber til at síggja, hvussu grepini í sanginum skulu takast uttan at blaða aðrastaðni í bókini. Sangur lyftir upp, og sangur sjóðar saman. Okkara Sangbók hevur sangirnar, sum okkum dámar at syngja saman her í Føroyum.

Í sambandi við at dagførda útgávan nú kemur út, verður almenn framløga í H. N. Jacobsens bókahandli fríggjadagin 15 juni frá klokkan 16. Livandi tónleikur verður at hoyra – sjálvandi við sangum úr Okkara Sangbók.

Øllum verður ynskt hjartaliga vælkomin til framløguna.

Vegna forlagið Sedur – Ernst S. Olsen og Signar í Homrum