17 ára gamla Chloe Kim vann sannførandi (Mynd: EPA)

OL: 17 ára gomul skaraði framúr á halfpipe

Ari av Rana

13.02.2018 - 11:31

Ítróttur >

Bert 17 ára gamla Chloe Kim úr USA lat ongan iva verða um, at hon er heimsins besta kvinna á halfpipe í snowboarding, tá hon lættliga vann gull við sítt fyrsta OL.

Chloe Kim var favorittur at vinna kappingina, og týðiliga sást hví. Hóast gjørdi eitt mistak í síni næstu roynd, megnaði eingin at taka hana aftur.

Í síni fyrstu roynd fekk Chloe Kim flotta stigatalið 93.75 stig frá teimum 6 dómarunum. Hetta var eitt ómetaliga flott úrslit, og hóast hon bert fekk 41.50 stig í síni næstu roynd, mettu viðmerkjararnir hjá DR, at hon tað sama kundi skreiða oman eftir bakkanum uttan at gera nakað sum helst, tí eingin fór at taka hana.

Til alla lukku fyri hyggjararnar gjørdi Kim ikki eftir ráðunum frá viðmerkjarunum. Hennara triðja roynd var framúr góð, og megnaði hon at fáa heili 98.25 stig, sum er tætt uppá fullkomið stigatal.

Kinesiska Jiayu Liu vann silvur við 89.75 stigum, meðan amerikanksa Arella Gold vann bronsuna við 85.75 stigum.

Umframt sítt nýggja OL-gull, hevur Chloe Kim vunnið gull í 4 av sínum 5 seinastu X-Games luttøkum.