Danska hondbóltslandsliðið (Mynd: EPA)

OL: Danmark gjørdist besta Norðurland

Ingi Samuelsen

22.08.2016 - 14:24

Ítróttur >

Við gullheiðursmerkinum, sum danska hondbóltslandsliðið við monnum vann á síðsta degnum á olympisku leikunum í Rio, fór Danmark fram um Svøríki í kappingini um at vera besta Norðurland á olympisku leikunum.

Danmark fekk 15 heiðursmerki tilsamans, og hetta er munandi betri enn seinastu leikirnir.

Heiðursmerkini fullu soleiðis:

Gull:
Pernille Blume: 50 metra frísvimjing
Hondbóltsliðið við monnum

Silvur:
Jakob Fuglsang; Súkkling á landavegi
Fýramannafarið, lættvekt, rógving
Mark O. Madsen: Griksk-rómversk glíming, 75 kg
Emma Jørgensen: Kajakk 500 metra sprint
Christina Pedersen og Kamilla Rytter Juhl: Badminton, tvímansleikur
Sara Slott Petersen: 400 metra rimarenning

Bronsa:
Hedvig Rasmussen og Anne Andersen: Tvímansrógving
Mansliðið í breytsúkkling: Kappsúkkling fyri lið
Kvinnuliðið í 4 ferðir 100 metra blandaðari svimjing
Lasse Normann Hansen: Breytsúkkling, omnium
Anne-Marie Rindom: Sigling, laser
Jena Hansen og Katja Steen Salskov-Iversen: Sigling 49er
Viktor Axelsen: Badminton, einmansleikur

Svøríki fekk 11 heiðursmerki tilsamans. Tey fullu soleiðis:

Gull:
Sarah Sjöström: 100 metra firvaldssvimjing
Jenny Rissveds: Fjallasúkkling

Silvur:
Emma Johansson: Súkkling á landavegi
Sarah Sjöström: 200 metra frísvimjing
Marcus Svensson: Skjóting, skeet
Henrik Stenson: Golf
Peder Fredricson: Lop á rossi
Kvinnuliðið í fótbólti

Bronsa:
Sarah Sjöström: 100 metra frísvimjing
Anna Jenny Fransson: Glíming 69 kilo
Sofia Magdalena Mattsson: Glíming 53 kilo

Noreg fekk fýra heiðursmerki, allar úr bronsu:
Kjetil Borch og Olaf Tufte: Rógving, dupultsculler
Kristoffer Brun og Are Strandli: Rógving, lættvekt dupultsculler
Stig-Andre Berge: Grikst-rómversk glíming, 59 kilo
Kvinnulandsliðið í hondbólti

Finnland fekk eitt bronsuheiðursmerki:
Mira Potkonen: Nevaleikur, 57-60 kilo