Mynd: EPA

OL hondbóltur: Týskland vann bronsu

Sverri Egholm

21.08.2016 - 16:15

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Pólland vóru væl við fyrstu løtuna og vóru eitt skifti á odda við trimum málum. Men so kom týska maskinan í gongd og tá gekk tað bara ein veg.

Støðan í hálvleikinum var 13-17.

Týska maskinan helt fram í seinna hálvleiki og Týskland vann dystin trygt 31-25.

Sostatt endar hendan kappingin við bronsu til Týskland. Tað var í januar mánaða til EM í Póllandi, at teir vunnu gull, og hóast tað gjørdist til bronsu hesaferð, vóru teir sera væl nøgdir eftir dystin móti Póllandi í dag.

Tað er klokkan 18 føroyska tíð, at Frakland og Danmark bresta saman í finaluni. Dysturin verður vístur á bæði DR1 og danska TV2.