OL: Russland má bíða eftir avgerðini

Steinar Patursson

20.07.2016 - 07:55

Ítróttur > Ítróttur > Altjóða ítróttarkappingar

Russland má bíða til í øllum førum hósdagin at vita, um hvørt Russland fær forboð fyri at taka lut á Olympisku Leikunum í Brasil í august mánaði.

Altjóða Olympiska Nevndin, IOC, skuldi taka avgerð í gjár, um hvørt russland skuldi útihýsast frá leikunum orsakað av sviki við dopingroyndunum frá millum øðrum Vetrarleikunum í Sochi í 2014.

Men ístaðin kom IOC til ta niðurstøðu, at nevndin bíðar eftir boðum frá altjóða ítróttardómstólinum, CAS, um hvørt tað er loyvi at banna øllum russisku íðkarunum. Væntandi er viðgerðin hjá CAS liðug í morgin.

Tó boðaði IOC frá, at nevndin fór ikki at hava nakað við ítróttartiltøk í Russlandi at gera, eiheldur Evropeisku Leikirnar í juni í 2019. Eisini varð boðað frá, at IOC fór at revsa teir russisku ítróttarmyndugleikarnar, ið vórðu nevndir við navni í frágreiðingini hjá Richard McLaren um russiska dopingsviki, umframt at banna russiska ítróttarmálaráðharranum, Vitaly Mutko, frá Olympisku Leikunum í summar.

McLaren kanningin staðfesti, at onkur hevði pilkað við urinroyndirnar hjá russisku íðkarunum frá flestu leikunum frá 2011 til 2015.

Biðið varð um McLaren kanningina, eftir at ovastin fyri russisku anti-doping royndarstovuna, Grigory Rodchenkov, segði seg hava hjálpt russiskum myndugleikum at dopa russiskar íðkarar og fjala dopingina fyri eftirlitsmyndugleikunum hjá Olympisku Leikunum.