Mynd: KVF

Olaf Johannesen fingið Reumert-heiðursvirðisløn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Alda Nielsdóttir

10.06.2018 - 19:34

Mentan > List > Leiklist

Olaf Johannesen fekk í gjár ársins heiðursvirðisløn til Reumert-virðislønahandanina í Skuespillerhuset í Keypmannahavn.

Heiðursvirðislønin verður latin sjónleikarum, leikstjórum og framførslum, ið hava vakt ans í donsku leiklistaverðini.

Reumert virðislønirnar eru uppkallaðar eftir sjónleikaranum Poul H. Reumert, ið livdi frá 1883-1968 og fevna um alla danska palllist.

Tað er Bikubenfonden, ið hevur sett hesa virðisløn á stovn, og í tað var stjórin í Bikubenfonden, Søren Kaare Andersen, ið handaði Olafi ársins heiðursløn, sum eisini var hæddarpunktið á kvøldinum.

Í grundgevingini, segði hann m.a., at Olaf ikki var ein vanligur sjónleikari, men ein framúrskarandi leikari, ið hevði eina einastandandi yrkisleið í donskum sjónleiki.

Umframt heiðurin fekk Olaf Johannesen eisini 200.000 krónur, skrivar KVF.

Bæði í 2015 og í 2016 vann Olaf Johannesen Reumert-virðisløn fyri besta mannliga leiklut, og er hetta sostatt triðja Reumert-heiðurslønin hjá honum.