Mynd: Jens Kr. Vang

Olaf koppaði oddamanninum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Innsent

18.04.2018 - 23:09

Ítróttur > Ítróttur > Huga ítróttur (talv/bridge osv.)

Olaf Berg var dagsins hetja í Small Nations talvkappingini í Klaksvík í dag. Honum eydnaðist at fella stórmeistaran Igor Efimov í stórum stíli í fimta umfari í dag. Efimov hevði vunnið øll talvini frammanundan.

Við svarta fólkinum tók Olaf ósigraða mótstøðumannin á bóli við snildum vendingum í spentari støðu, og lumpaði hann við flottari kombinatoriskari fintu. Olaf tá hann er bestur.

Helgi fremstur
Sigurin kom eisini sera væl við hjá Helga Dam Ziska, sum nú hevði møguleikan at leggja seg einsamallan á odda. Tað gjørdi hann eisini við bravour. Tað var rein stórmeistaratelving í dag móti altjóða meistaranum Aloma Vidal úr Andorra. Helgi er tí einsamallur á odda við fullum stigatali eftir fyrstu fimm umførini.

Støðan í Small Nations 2018 eftir fimm umfør
1 GM Helgi Dam Ziska (Føroyar) 5
2 GM Igor Efimov (Monako) 4
3 IM Fred Berend (Luksemburg) 3½
4 Paris Kleridis (Kýpros) 3½
5 IM Aloma Vidal (Andorra) 2½
6 Olaf Berg (Føroyar) 2
7 Peter Kirby (Guernsey) 1½
8 Stelios Theocharous (Kýpros) 1
9 Krysztof Belzo (Jersey) 1
10 Renato Frick (Liktinstein) 1

Í sætta umfari í morgin í kappingini millum telvarar úr smátjóðum úr Evropa hava báðir føroysku telvararnir hvíta fólkið. Helgi møtir Renato Frick úr Liktinstein og Olaf Berg telvar móti Peter Kirby av Guernsey.

Kappingin endar sunnudagin.