Vinstrabeinti verjuleikarin spældi ein sera góðan dyst sum høgri vongbakkur.


(mynd.ki.fo/KÍ á Facebook)

Ólavur Niclassen: Eitt fantastiskt upplivilsi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

30.06.2017 - 13:23

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

KÍ fekk eitt sera flott og yvirraskandi úrslit í gjárkvøldið, tá tað eydnaðist klaksvíkingum at fáa 0-0 javnleik ímóti AIK Stockholm í Gundadali. Enn eitt stig til føroyskan fótbólt og eitt gott "comeback" hjá KÍ í altjóða fótbólti. Eftir 10 ára fráveru var talan um fleiri nýggjar leikarar í evropeiskum fótbólti. Av teimum ið vórðu á vøllinum, vóru tað bert Meinhardt Joensen og Hjalgrím Elttør sum undan dystinum høvdu umboða KÍ í Evropa fyrr. Ein av klaksvíkingum ið spældi sín fyrsta evropiska dyst í gjár var 18-ára gamli verjuleikarin Ólavur Niclassen. Hann lýsir upplivingina í gjár soleiðis:  

- Tað er eitt heilt fantastiskt upplivilsi og eisini eitt ørvísi upplivilsi at spæla í Evropa. Og serliga nú tá vit fingu eitt so gott úrtslit. Hetta var jú ímóti einum av teimum sterkastu liðinum í Skandinavia. 

Ólavur leikti sín fyrsta dyst fyri U21-landsliðið fyrr í mánaðinum. Hann fekk sín fyrsta sáttmála við KÍ fyri einum góðum ári síðani, og hevur fyri stuttum longt sáttmálan til endan av 2019. Hann er veruliga við at fáa sítt gjøgnumbrot fyri KÍ, og stóð í gjár sterkur í myndini sum høgri vongbakkur. Ólavur sigur, at KÍ spældi ein sera góðan dyst, og helt AIK frá heilt vandamiklum støðum.

- Teir høvdu sjálvsagt bóltin nógv meira enn vit. Men hóast tað so haldi eg, at vit høvdu sera gott tamarhald á dystinum. Teir skapa ikki tað heilt stóra, kanska er talan um ein ella tveir ordliga farligar møguleikar. Hinvegin haldi eg, at vit koma til fleiri heilt góðar støður og við eitt sindur meir av hepni, kundu vit havt skora. Men alt í alt eru vit sera væl nøgdir við dystin.

Næsta hóskvøld er Friends Arena í Stockholm, ið tekur umleið 50,000 viðhaldfólk, karmur um seinna dystin. Ólavur ásannar, at avbjóðingin verður stór, men at í KÍ gleða teir seg til hana:

- Vit vita, at tað verður ørvísi enn at spæla í Gundadali. Serliga tað at vøllurin er størri, og vit skulu spæla á vannligum grasi ístaðin fyri á graslíki. Men vit hava skapt okkum eitt gott útgangsstøði, og hava møguleikan til at koma víðari, og vit eru klárir at taka av hesum møguleikanum. Eg haldi, at eg tosi fyri allan hópin, tá eg sigi, at vit eru sera spentir.