Kevin Spacey (Mynd: EPA)

Old Vic sjónleikarhúsið í London fingið 20 ákærur móti Kevin Spacey

Ari av Rana

16.11.2017 - 14:38

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Kevin Spacey er nokk tann persónurin í heiminum, sum hevur fingið mest ákærur móti sær í samband við #metoo rørsluna. #metoo byrjaði eina bylgju av ákærum um kynsligan ágang móti kendum fólki av alskyns slag. Millum annað hava fleiri politikarar hava lagt frá sær.

Spacey varð fyrst ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á ein 14 ára gamlan sjónleikara í 1986, tá Spacey var 26 ára gamal. Síðani tá hava ein rúgvu av fólki fortalt, hvussu Spacey hevur gjørt seg kynsliga inn á tey.

Fyri nøkrum vikum síðani kom ein ákæra móti Kevin Spacey, frá tí tíðini hann starvaðist í Old Vic sjónleikarhúsinum í 11 ár, sum listarligur leiðari. Spacey bleiv ákærdur fyri at hava neyðtikið ein ungan mann, tá hesi lá avdottin.

Nú hevur sjónleikarhúsið gjørt eina innanhýsis kanning av málinum, og ikki færri enn 20 persónar hava boðað frá, at Kevin Spacey varð ósømiligur móti teimum. Kevin Spacey ynskti ikki sjálvur at taka lut í kanningini.