Heini Olsen frá Lions Club Tórshavn og Óli Jacobsen, sum er heiðraður sum Ársins borgari 2017

Óli Jacobsen heiðraður sum ársins borgari

Tíðindaskriv

09.05.2017 - 06:51

Tíðindi > Hjálpararbeiði

Lions Club í Havn hevur gjørt av at heiðra Óla Jacobsen sum Ársins borgara 2017

Á hvørjum ári verður onkur borgari, felagsskapur ella annar, ið onkursvegna hevur gjørt serliga samfelagsnyttu, heiðraður av Lions Club Tórshavn.

Hesaferð er heiðurin fallin Óla Jacobsen í lut, sum í drúgt áramál var fakfelagsleiðari og longu tá vísti, at hann hevði hug og hegni til skrivligt avrik.

Hann byrjaði í gamla FF-blaðnum við áhugaverdum greinum og søgum, og nú hevur hann í fleiri ár havt í Sosialinum sín fasta teig um kendar og minni kendar føroyingar.

Somuleiðis hevur hann leitað upp tilfar um øll tey, sum grivin eru í kirkjugarðinum á Svínaryggi í Havn. Tilfar, sum hevur frøtt lesararnar og givið kunnleika um fólk, sum fyri langt síðani vóru farin í gloymskuna.

Fyri hetta arbeiði er Óli Jacobsen nú heiðraður av Lions Club Tórshavn sumn ársins borgari 2017, og umframt heiðurin fylgir við ein lítil peningagáva upp á 5.000 krónur.

Tíðindaskriv frá Lions Club Tórshavn